Innanlands

Fiskikapping í Norðoyggjum leygardagin

Inntøkan av uppboðssøluni fer óskerd til Dragan

2019-09-19 10:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum klokkan hálvgun átta um morgunin, og bátarnir skulu vera aftur at landi klokkan 17.  

Dragin hevur fingið stuðul til at geva góðar vinningar. Nummar 1 vær tveir gávukekkar á 5.000 krónur, nummar 2 tveir á 3.000 krónur og nummar trý tveir á 2.500 krónur. Størsti fiskur fær eisini gávukekk á 2.500 krónur.

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fær ein gávukekk á 2.500 krónur.

Inntøkan av sølu av fiskinum, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin. Uppboðssøla verður við Varpabrúnna og byrjar klokkan 17.30 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder