
Sølan av Pepsi vørum melur væl runt í Russland, hóast framleiðslan er steðgað. Orsakað góðu gongdina, er fyritøkan, sambært Ukrainum, mett at vera ein av teimum fyritøkunum, sum hjálpa russum í krígnum.
Tað kann geva Pepsi álvarlsigar avleiðingar, at fyritøkan er koyrd á slíkan lista.
Týsdagin kunngjørdi finska tingið, at sølan av Pepsi vørum steðgar í finskum matstovum. Orsøkin er, at finnar ikki ynskja at stuðla einari fyritøku, ið samarbeiða við Russland.
Hetta er ein ávaring frá finnum til PepsiCo, um at steðga søluni í Russlandi. Hugsast kann, at onnur lond velja at gera tað sama, um sølan heldur áfram í Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald