Ítróttur

Finngerð Hansdóttir vann BankNordik Open 2018

Einsamalla kvinnan vann golfkappingina í góðveðrinum í gjár

Vinnarin gjørdist Finngerð Hansdóttir við 42 stigum, nummar tvey gjørdist Jens Chr. Guttesen við 41 stigum, og nummar trý gjørdist Janus Norðberg við 35 stigum

Vinnarin gjørdist Finngerð Hansdóttir við 42 stigum, nummar tvey gjørdist Jens Chr. Guttesen við 41 stigum, og nummar trý gjørdist Janus Norðberg við 35 stigum

2018-08-13 07:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í góðveðrinum í gjár, sunnudagin 12. august, varð BankNordik Open 2018 leikt á golfvøllinum á Glyvurnesi. Teir 24 leikararnir (23 mans og ein kvinna) høvdu ein sera góðan dag á vøllinum. Serliga tann einsamalla kvinnan, sum gjørdist vinnari av kappingini.

Kappingin var skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi. Umframt vanligu kappingina yvir 18 hol, var eisini ein kapping fyri tey fyrstu 9 holini.

Harumframt var kapping millum liðini. Tey sum fóru út saman vóru eitt lið. Eisini var kappast um at vera næst holinum á teimum báðum stuttu holunum (par 3-holunum).

Úrslitini gjørdust:

Næst holunum: Janus Norðberg, 20 sentimetrar, Rói Egholm, 222 sentimetrar.
Á vinnandi liðnum við 102 stigum vóru: Finngerð Hansdóttir, Páll Kjærbo og Eyðun av Reyni.

Vinnandi liðið

Nr. 1 á teimum fyrstu 9 holunum: Jógvan Amonsson, 22 stig.

Høvuðskappingin yvir 18 hol:
Nr. 1: Finngerð Hansdóttir, 42 stig
Nr. 2: Jens Chr. Guttesen, 41 stig
Nr. 3: Janus Norðberg, 35 stig

Allir luttakararnir fingu hvør sína eskju við frálíkum golfbóltum frá BankNordik. Jón Brekku, deildarleiðari í BankNordik, handaði vinnarunum vinningarnar.

Tórshavnar Golffelag takkar BankNordik fyri stuðulin til hetta frálíka tiltakið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder