
Leygardagin hevði Miðflokkurin sín ársfund í Dansifrøði íTórshavn. Flokkurin skrivar sjálvur, at ðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.
Sum vant eru formansrøða og nakað av kjaki á skránni slíkar dagar. Hetta var einki undantak, og hesaferð fylti sosiala støðan nakað: Man hevur tørv á sosialari nýskipan/ einum reformi.
- Sosiala gjógvin, sum merkir samfelagið í dag, var eitt av stóru kjakevnunum. Hetta kom eisini greitt fram í formansrøðuni hjá Jenis av Rana, sum eisini viðgjørdi viðurskifti ófødda barnsins og foreldur tess.
Ísrael var somuleiðis dúgliga viðgjørt á landsfundi Miðfloksins. Her var handilssambandið millum Føroyar og Ísrael, sum er í støðugum vøkstri, tikið upp.
Útlendski gesturin var eisini úr Ísrael. Eran Masas var gestarøðari, og luttók hann á
landsfundinum og á almennum tiltaki sunnudagin eftir landsfundin. Masas nýtti millum annað myndir og video at greiða frá upplivingum sínum tann 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael.
Ein broyting í nevndini
Val av nevndarlimum var sum vant á skránni.
Rani Andrasson Skaalum og Rósa Tyril stóðu fyri vali. Eftir atkvøðugreiðlsuna var greitt, at Rani Skaalum heldur fram í nevndini, meðan Finngerð Djurhuus Olsen.
Varalimir í nevndini eru Margretha Kjærbæk og Vilhelm Henrik í Skálanum. Nevndin skipar seg í næstum, staðfestir Miðflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald