
Boðað var frá grind í tveimum førum vestanfyri um middagsleitið í dag. Men í hvørgum føri eydnaðist at fáa rakstur á bólkarnar.
Fyrru grindaboðini vóru beint fyri klokkan 12 út fyri Syðradal, miðskeiðis millum Streymoy og Vágar, har ein bólkur varð sæddur av landi á veg suðureftir og 10 minuttir seinni sóu tey ein bólk út fyri Kvívík.
Fyrri bólkurin var hvessingar. Ein roynd varð gjørd at reka teir til Havnar, men rakstur fekst ikki á, og bátarnir, sum royndu, góvust skjótt við royndini.
Í seinna førinum var talan um springarar. Umleið átta bátar royndu í drúgva tíð – upp móti tveimum tímum – at fáa rakstur á springararnar fyri at reka teir inn á Leynasand, men tað eydnaðist ikki.
Talan var um einar 30-40 springarar, metir sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen. Men teir gingu í fleiri bólkum, og tað var ikki gjørligt at fáa bólkarnar savnaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald