
1. september 2025 var ein serligur dagur hjá teimum á Umhvørvisstovuni, tí tá kundu tey hátíðarhalda ein 50 ára starvsdag.
1. september vóru nevniliga 50 ár liðin, síðani Svanna Justinussen varð sett í starv sum skrivstovufólk á Matrikulstovuni, sum seinni gjørdist partur av Umhvørvisstovuni. Svanna hevði sín fyrsta starvssdag 1. september 1975.
– Tá vóru nógv arbeiði í gongd við matrikuleringum og útskiftingum, og stórur partur av arbeiðinum hjá Svannu var at dagføra matrikulin og reinskriva gerðabøkur. Svanna hevur verið við síðani alt arbeiði var gjørt á pappíri, til at tað í dag í høvuðsheitum er talgilt, skrivar Umhvørvisstovan.
– Í januar 2007 gjørdist Matrikulstovan partur av Umhvørvisstovuni, og har hevur Svanna hildið fram við sínum týðandi arbeiði. Sama summar flutti Landsfólkayvirlitið eisini inn í Umhvørvisstovuna, og síðan tá hevur Svanna verið fastur partur av toyminum, sum røkir Landsfólkayvirlitið.
– Við sínum drúgvu royndum, síni eyðmjúku framferð og sínum trúfesti, hevur Svanna verið ein týðandi grundarsteinur í arbeiðinum gjøgnum øll hesi árini, skrivar Umhvørvisstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald