Innanlands

Fimm søkt um at gerast stjóri í Skúlanum við Streymin

Freistin at søkja starvið var úti mikudagin, og væntandi tekur nýggjur skúlastjóri við 1. apríl ella skjótast gjørligt

Skúlin við Streymin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Skúlin við Streymin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-03-04 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar varð søkt eftir nýggjum skúlastjóra til Skúlan við Streymin, og tá freistin var úti mikudagin, vóru fimm umsóknir komnar inn til starvið, skrivar Skúlablaðið.

Í Skúlanum við Streymin eru tilsamans 209 næmingar í 1.-10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum. 28 lærarar, tríggir námsfrøðingar og fýra námsfrøðiligir stuðlar starvast í skúlanum, umframt heilsufrøðingur og húsavørður.

Síðan 2015 hevur Sonni Óli Djurhuus verið skúlastjóri í Skúlanum við Streymin. Nýggi skúlastjórin tekur væntandi við 1. apríl – ella skjótast gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder