Mentan

FilmsTing í Perluni

Filmsfólk fara at fortelja um royndir, tilgongdir og avrik innan filmsframleiðslu. Tiltakið verður í Perluni í Havn í annaðkvøld

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-19 16:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin verður eitt nýtt forkunnugt tiltak í havn í nevnist FilmTing. Á FilmsTinginum verður umrøtt, tingast og kjakast um filmslist, mentan og vinnu. 

FilmsTingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. Hesaferð hoyra vit um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimi og um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.

Tiltakið verður hósdagin 20. november kl. 19.30-21.00 í Perluni í Havn. 

Á skránni verða hesi:

Brøðurnir Thomas og Michael Koba fortelja um verkætlanini “ Krámarnir”, sum er í upptøku júst nú.

Eir í Ólavstovu, leikstjóri ,og Jens L. Thomsen, tónasmiður, fortelja um norðurlendsku ljóð- og myndaverkstovuna í Lofoten. Vit hoyra um samstarv og royndir teirra millum.

Sakaris Stórá, leikstjóri greiðir frá sínum royndum innan leikrit til spælifilm, umframt ta góðu tilgongdina at samstarva um leikrit og at leikstjórna ein spælifilm á føroyskum – sum endar við at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder