Í minsta lagi 15 fólk eru deyð, og 28 eru saknað, eftir at ein ferja við fleiri enn 350 ferðafólkum sakk út fyri Filipsoyggjarnar í nátt okkara tíð.
Ferjan, M/V Trisha Kerstin 3 sendi út neyðarkall stutt fyri klokkan 18 okkara tíð, umleið fýra tímar eftir, at hon var farin frá bryggju í Zamboanga City á oynni Mindanao. Ferjan hevði kós móti oynni Jolo.
Filipinska bjargingartænastan sigur, sambært Ritzau, at í minsta lagi 316 fólk vórðu bjargað eftir vanlukkuna.
Enn er ikki greitt, hví vanlukkan hendi, men tað skal kannast.
Ferjan var 44 metrar lang og hevði trý dekk, og sambært bjargingartænastuni vóru ikki ov nógv ferðafólk umborð, men tað er møguligt, at veðrið kann hava spælt ein leiklut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald