
Í farnu viku var fíggjarnevndin í Løgtinginum á kunningarferð í Svøríki og Lettlandi.
Yvirskipaða endamálið við ferðini var at nema sær vitan og fáa íblástur um eitt nú fíggjarpolitiskt haldføri, arbeiðsvirkni og javnstøðu, og um hvussu atlit kunnu takast til hesi viðurskifti í arbeiðinum við fíggjarlóg, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.
Á ferðini vitjaði nevndin politiskar og fyrisitingarligar myndugleikar í báðum londunum, har høvi var at umrøða føroyskar avbjóðingar og fáa innlit í royndir og arbeiðshættir, sum kunnu vera viðkomandi í føroyskum høpi.
Í Svøríki hevði nevndin eitt nú fund við fíggjarnevndina í Ríkisdegnum, umframt svenska Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið. Har fekk nevndin kunning um fíggjarpolitikk umframt liðiligu barsilsskipanina í Svøríki. Fundir vóru eisini við umboð fyri Sveriges kommuner och regioner um almenna búskapin, demografiskar trupulleikar og langtíðar planlegging.
Á vitjanini í Lettlandi varð dentur lagdur á fíggjarpolitiskt haldføri og leiklutin hjá yrkisútbúgvingum í búskapinum, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.
Fíggjarnevndin hevði eitt nú fund við fíggjarnevndina í Saeima og Fíggjarmálaráðið, umframt SkillsLatvia og aðrar stovnar, har kunnað varð um, hvussu yrkisútbúgvingar eru skipaðar og fíggjaðar.
Ferðin fevndi eisini um vitjan í VEF-mentanarhúsinum við serligum atliti at fígging, rakstri og íløgum. Hetta hevði áhuga í sambandi við føroyskar ætlanir um bygging av tjóðleikhúsi, og varð ljós varpað á ymiskar fíggingarmøguleikar og skipanir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald