Innanlands

Fíggjarlógin fyri 2026 samtykt við triðju viðgerð

Løgtingið samtykti í kvøld fíggjarlógina við triðju og endaligu viðgerð

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-18 22:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

25 fyri, tvær ímóti og fimm blankar.

Tað var úrslitið av atkvøðugreiðsluni av fíggjarlógini fyri 2026, sum harvið varð samtykt endaligt í kvøld.

Samgonguflokkarnir umframt Sambandsflokkurin og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum atkvøddu fyri.

Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum atkvøddu ímóti.

Árni Skaale, Bárður á Lakjuni, Beinir Johannesen, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, og Jenis av Rana úr Miðflokkinum atkvøddu blankt.

12 broytingaruppskot vóru til 3. viðgerð í dag. Tey níggju frá andstøðuni fullu øll, men trý broytingaruppskot vórðu samtykt.

Fyri
Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
Hanna Jensen, Framsókn
Karlot Hergeirsson, Framsókn
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin
Henrik Old, Javnaðarflokkurin
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Jóannis Joensen, Javnaðarflokkurin
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin
Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin
Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin
Annika Olsen, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Dennis Holm, Tjóðveldi
Erling Eidesgaard, Tjóðveldi
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Liljan Weihe, Tjóðveldi

Ímóti
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

Blankt
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder