Innanlands

Ferðsluruðulleiki um Gøtueiði

Vegurin verður nú stongdur eina løtu fyri ferðslu meðan ruddað og saltað verður

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2023-02-09 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ógvuliga hált kring alt landið í morgun. Serliga stórur hevur trupulleikin verið á vegastrekkinum um Gøtueiðið, har bíðirøðin av bilum er long bæði Gøtu- og Skálafjarðarmegin.

Orsøkin er, at bilar standa fastir og ikki sleppa víðari.

Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur við Portalin, at vegurin nú verður stongdur, so fleiri bilar ikki sleppa niðan. Hetta fyri at hjálpa bilunum, sum standa fastir og fyri at geva pláss til Landsverk, so tey sleppa framat at salta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder