Innanlands

Ferðsluóhapp í Kollafjarðardali

Tveir bilar fingu skaða, men eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan, sum annars hevur havt eitt stak friðarligt samdøgur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-05 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið fingu tveir bilar rættiliga stóran skaða í einum ferðsluóhappi í Kollafjarðardali.

Tað var stutt eftir klokkan hálvgum átta, at ein bilur brádliga mátti bremsa, tá ein seyður rann yvirum vegin. Bilurin aftanfyri helt ikki neyðugu frástøðuna, og rendi á.

Hóast materielli skaðin var stórur, var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið øgiliga friðarligt.

Eitt mál varð skrivað í Klaksvík seinnapartin í gjár, har ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Tað hevur verið nógvur vindur hetta vikuskiftið, og løgreglan og fleiri kommunur sendu út áheitan um at tryggja leysar lutir, sum kundu fara í vindinum.

Løgreglan sigur, at tey fingu eina fráboðan um eina leysa takplátu, men annars hava tey ongar fráboðanir fingið um vindskaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder