2018-08-18 11:32
Um 17.00 tíðina í gjár fekk løgreglan boð um ferðsluóhapp í Kollafirði. Talan var um bilførara, sum ikki hevði hildi røttu frástøðuna til bilin frammanfyri. Bilurin frammanfyri hevði sett ferðina niður, tí hann skuldi dreyga í rundkoyringini, men bilurin aftanfyri rendi í afturpartin av bilinum, og tí rendi bilurin, sum hevði sett ferðina niður eisini í ein bil frammanfyri.
Á løgreglustovuni boða tey frá, at tílík brot hava við sær, at bilførarin helst fær bót og klipp í koyritkortið.
Ongin persónsskaði var í ferðsluóhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald