2025-06-19 13:47

Løgreglan boðar frá, at Eysturoyartunnilin í løtuni er stongdur fyri allari ferðslu.
Orsøkin er, at eitt ferðsluóhapp er hent í rundkoyringini í tunlinum.
Í skrivandi stund veit løgreglan ikki nakað stórvegis um ferðsluóhapp. Vaktleiðarin fær í løtuni heldur ikki upplýst um fleiri enn ein bilur er í óhappinum.
Tunnilin er stongdur fyri at fáa arbeiðsfrið og fyri at fáa greiði á, hvat er hent. Neyðsynjarakfør eru á veg.
Óvist er hvussu leingi tunnilin verður stongdur. Víst verður til gamla vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald