Innanlands

Ferðsluóhapp á Hoyvíksvegnum

Ein bilur var í óhappinum, og førarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar

(Savnsmynd: Jens Kr. vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. vang)

2022-11-20 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan níggju í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Hoyvíksvegnum í Havn.

Ein bilur var í óhappinum, og bara førarin var í bilinum.

Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at materielli skaðin var so stórur, at førarin mátti klippast úr bilinum, og førarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder