Innanlands

Ferðslan hækkað munandi í Eysturoyartunlinum

Miðalferðslan í mars var 4.300 bilar um dagin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-06 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðslan gjøgnum Eysturoyartunnlin øktist rættiliga nógv frá februar til mars mánað. Tað vísa nýggjastu hagtølini fyri Eysturoyartunnilin.

Hagtølini fyri mars eru nú dagførd, og tey vísa, at miðalferðslan um samdøgrið í mars var 4.297 bilar. Hetta er rættiliga væl meira enn í februar, tá tað koyrdu 3.875 í miðal gjøgnum tunnilin um samdøgrið.

Tølini eru tó ikki nærhendis fyrsta fulla mánaðinum, tá tunnilin var opin, í januar, tá miðalferðslan var 4.667. Men tá skal havast í huga, at fyrstu góðu vikuna var ókeypis at brúka Eysturoyartunnilin, og eftir at gjaldsskipanin varð sett til, uppstóð ein ávís ónøgd við prísirnar og fleiri søgdu seg ikki vilja brúka tunnilin so leingið støðið fyri at koyra ígjøgnum er tað núverandi.

Enn eru ikki nógvir mánaðir gingnir, men hækkingin av miðalferðsluni frá februar til mars sigur helst, at fleiri nú hava góðtikið prísstøðið, og velja Eysturoyartunnilin heldur enn alternativið, sum er umvegurin gjøgnum Norðskálatunnilin og Sundalagið.

Men enn er langt frá ætlaðu metingini av ferðsluni, sum varð sett at vera oman fyri 6.000 akfør um dagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder