
Við at brúka eina vælkenda venjingarapp, hava lívverjarnir hjá svenska forsætisráðharranum í fleiri ár sett lívið hjá stjórnarleiðaranum í vanda.
Tað er stóra svenska blaðið, Dagens Nyheter, sum avdúkar, at fleiri lívverjar undir trygdarløgregluni, millum annað lívverjarnir hjá Ulf Kristersson, hava brúkt appina Strava, har almenningurin hevur kunnað fylgt við hvar teir hava vant, og harvið eisini avdúkað hvar forsætisráðharrin hevur verið.
Umvegis venjingarappina hevur verið møguligt at fylgja við, hvar lívverjarnir búgva, hvar teir venja, hvar teir halda feriu og hvussu teir ferðast til og frá arbeiði.
Fleiri av hesum lívverjum hava ábyrgdina av trygdini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra, men talan er eisini um lívverjar, ið hava ansað eftir limum í kongsfamiljuni umframt øðrum høgtstandandi svenskum politikarum.
Á appini sæst, at fleiri av lívverjunum hava verið rennitúrar frá og til bústaðin hjá Kristersson í Strängnäs, og tí eru sannlíkindini fyri, at eisini Kristersson hevur runnið somu túrar.
Appin kann eisini avdúka hvar forsætisráðharrin hevur verið staddur og hvørjar uttanlandsferðir hann hevur verið á.
Til dømis kann Dagens Nyheter avdúka, at Kristersson í oktober í fjør, saman við konu síni, var á vikuskiftisferð í Álandi. Tað kom ongantíð nakað fram um, at svenski stjórnarleiðarin var í Álandi, men lívverjar hansara avdúkaðu umvegis Strava, at teir vóru rennitúrar bæði leygardag og sunnudag við útgangsstøði frá einum av fínastu hotellunum í Mariehamn.
Sambært svensku trygdarløgregluni, Säpo, verður hetta málið tikið í størsta álvara. Säpo viðgongur, at tey ikki høvdu illgruna um, at venjingarappin kundi vera ein trygdarvandi.
Áðrenn Dagens Nyheter avdúkaði hesa søguna, fekk Säpo møguleika fyri at støðga trygdarlekanum, og viðkomandi lívverjar hava eisini læst sínar kontur á venjingarappini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald