Innanlands

Ferðavinnan vitjaði í Norðoyggjum

Fríggjadagin var Ferðavinnufelagið á økisvitjan í Norðoyggjum og kunnaði seg um ferðavinnutilboðini og møguleikarnar í økinum

2022-02-21 14:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 18. februar var Ferðavinnufelagið á økisvitjan í Norðoyggjum og kunnaði seg um ferðavinnutilboðini og møguleikarnar í Norðoyggjum.

Farið var við HK Bussum úr Vinnuhúsinum kl. 10.00. Komin til Klaksvíkar í fagrasta veðri var fyrst vitjað á Biskupsstøðgarðinum, har Archibald Black og Heri Ellingsgaard vóru vertir og greiddu frá ætlanum vegna Áhugafelag Nólsoyar Pálls. Eisini høvdu Heidi Neshamar Olsen og Jógvan Kristin Olsen, sum reka ‘Garðurin Á Stórheygnum’ í Svínoy eina framløgu um teirra virksemi og møguleikar í Svínoy. Harumframt hevði Jóhannus Kallsgarð eina framløgu. Hann umboðaði Kalsoynna og egið virksemi sum ferðaleiðari og og bóndi á Trøllanesi og Gomlu Smiðju á Trøllanesi. Kafe Fríða hevði syrgt fyri vælsmakkandi matpakkum og omaná.

Síðani var farið á Biskupstorg, har Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu og limur í stýrinum fyri nýggja Mentanarhúsið Varpið, greiddi frá.

Somuleiðis var rundvísing í Mentanarhúsinum. Sonja N. Thomsen, byggi og býarplansamskipari hjá Klaksvíkar Kommunu greiddi frá ætlanunum fyri nýggja miðbýin, økið rundanum Biskupstorg og Mentanarhúsið. Mimmy Vágsheyg, eigari av Kafe Fríðu greiddi frá virkseminum í Biskupstorgi, hennara egna virksemi á Kafé Fríðu og ætlanum viðvíkjandi ferðavinnu. Eisini hevði Samson Højgaard á Boat.fo orðið eina løtu, har hann greiddi frá sínum virksemi í Norðoyggjum. Hesin parturin av skránni endaði við eini vitjan á Føroya Bjór, áðrenn farið var norðeftir við bussi. Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari var vertur. Hon hevði framløgu um søguna hjá Føroya Bjór og vísti fram virki, vørur og handil og greiddi somuleiðis frá teimum ætlanunum, sum Føroya Bjór hevur á ferðavinnuøkinum.

Síðani var farið norðeftir við Hans Hjalta Skaale sum ferðaleiðara. Vitjað var í hugnaliga Cafe Old School í Hvannasundi, har Myrna Jacobsen og Signa Andreassen vóru vertir. Myrna greiddi frá um teirra virksemi og ætlanir. Síðani fór ferðalagið norður til Viðareiðis, har rundvísing og góður døgurði við felagssangi var á Hotel Norð.

Økisvitjanin var løgd til rættis í tøttum samstarvi við Visit Norðoy.

Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í 2018. Tá var vitjað á Sandoynni, og í 2019 var vitjað vesturi í Vágunum.

Ferðavinnufelagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini.

Ferðavinnufelagið vónar, at felagið á henda hátt kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder