Innanlands

Ferðamannaskip til Funnings fríggjadagin

Seinasta ferðamannaskip í Funningi í ár. 104 gestir eru við og verða førdir í land við smábátum

(Mynd: Runavíkar Havn)

(Mynd: Runavíkar Havn)

2025-07-02 14:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðamannaskipið National Geographic Endurance hjá reiðarínum Lindblad Expeditions kemur til Funnings fríggjadagin 4. juli.

Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri bygdina, og teir 104 gestirnir verða førdir í land við smábátum. National Geographic Endurance er seinasta ferðamannaskipið at vitja í bygdini í ár. Tikið verður í mesta lagi ímóti trimum skipum um árið í Funningi.

Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, er sum altíð væl fyrireikað og til reiðar at taka ímóti bæði ferðafólkum, har megin parturin er USA, og manning, sigur Runavíkar Havn.

National Geographic Endurance varð liðugt bygt í 2021 og er 124 metrar langt. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.45.

Umboðsfelagið í Føroyum er Tor Shipping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder