2026-01-06 14:26
Aftur í fjør ferðaðust metnógv fólk umvegis Vága floghavn.
Sambært hagtølum hjá Vága floghavn varð samlaða ferðafólkatalið í 2025 461.054 fólk.
Talan er ein vøkstur á 3,8 prosent - ella umleið 17.000 ferðafólk - í mun til 2024, tá met eisini varð sett, skrivar Kringvarpið.
Ferðafólkatalið seinastu árini:
2024: 444.035
2023: 431.079
2022: 406.453
2021: 239.085
2020: 179.778
2019: 424.281
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald