Í fjør vóru 444.035 ferðingar umvegis Vága Floghavn. Hetta setti metið hjá føroyska flogvøllinum.
Nú, eitt ár seinni, verður tað tikið.
Kringvarpið skrivar, at til 1. desember 2025 var ferðafólkatalið 438.218.
Hetta eru fýra prosent fleiri, enn tað vóru til 1. desember 2024 - og bert beint yvir 6.000 færri enn alt árið í fjør.
Harvið verður metið hjá flogvøllinum sett av nýggjum í jólaferðsluni.
Ferðslan í november 2025 var eisini væl størri enn í november í fjør. 6,1 prosent størri, sigur KVF við tølum frá Vága Floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald