Innanlands

Ferðafólk skulu ikki sleppa at ganga í haganum sum tey vilja

Gamla norðurlendska hugtakið um “allemandsrett” ella “fri færdsel” er ikki galdandi longur

2019-01-15 08:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagsfundurin hjá Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag, sum varð hildin á Búnaðarstovuni í Kollafirði leygardagin 12. januar 2019, hevur einmælt tikið undir við hesi niðurstøðu:

Fundurin er á einum máli um, at ognarrætturin á jarðunum, t.v.s. í hesum føri til bø og haga, fjøll, bjørg, hólmar, urðar, fjøru, sand, áir og vøtn v.m., er ein óskerdur rættur eigarans/festarans at ráða yvir hesum tilfeingi til sína gagnnýtslu, undantikið í teimum førum, har ávís serlóggáva áleggur aðrar bindingar.

Fundurin staðfestir somuleiðis, at í Føroyum er gamla norðurlendska hugtakið um “allemandsrett” ella “fri færdsel” ikki er galdandi.

Tíðin nú má vera komin har til, at jarðirnar fáa sín lutfalsliga fíggjarliga ágóða av tí vinnuligu ferðavinnuni í Føroyum, har jarðirnar jú umboða ognarrættin til atgongdina til lendisupplivingarnar.

Tað er somuleiðis semja um, m.a. at taka dagar ímillum privata gongd og uppihald í haga og fjøllum hjá føroyskum heimafólki, og so fyriskipaða ferðavinnu við vinningi fyri eyga.

Soleiðis einmælt samtykt á felagsfundinum 12. januar 2019.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder