placeholder
Innanlands

Ferðafólk hjá Atlantsflog mugu bíða eftir veðrinum

Atlantsflog avlýsir tvey flogfør í kvøld

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-02-13 18:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðrið darvar rutuflúgvingini hjá Atlantic Airways í kvøld.

Flogfelagið hevur gjørt av, at flogfarið úr Bergen, sum skuldi lenda í Vágum klokkan 19:55 og flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 20:15 eru bæði avlýst.

Í staðin eru ferðafólkini umbókaði til flogfør í morgin árini. Úr Keypmannahavn klokkan 7 og úr Bergen klokkan 8.

Fylg við veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder