Uttanlands

Fer helst at stevna BBC

Ameirkanski forsetin fer at krevja upp í fimm milliardir dollarar - 32 milliardir danskar krónur - frá bretska kringvarpinum

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-11-16 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump fer møguliga í komandi viku at stevna bretska kringvarpið BBC.

Trump fer at krevja upp í fimm milliardir dollarar - sum svarar til 32 milliardir krónur - í sakarmálinum.

– Hetta verður sannlíkt í komandi viku. Eg haldi, at eg noyðist at gera tað. Tey hava enntá viðgingið, at tey hava snýtt, sigur Trump, sambært Ritzau, eftir at bretski miðilin hósdagin gav Trump eina umbering fyri eina heimildarsending um amerikanska forsetan.

Sendingin við navninum "Trump: A Second Chance?" inniheldur eina røðu, sum Trump helt fyri politisku stuðlum sínum undan álopinum á Kongressina 6. januar 2021.

Sendingin er klipt soleiðis, at tað sær út, sum heitti hann beinleiðis á stuðlar sínar um at fremja álopið.

Sendingin varð send eina viku undan amerikanska forsetavalinum í 2024, og sambært sakførara hjá Trump er sendingin ærumeiðandi.

Hjá BBC eru tey, hóast tey angra mátan, sendingin varð klipt, ikki samd í, at grundarlag er fyri at stevna fyri ærumeiðing. BBC hevur eisini boðað frá, at ongar ætlanir eru um at endursenda heimildarsendingina.

Atfinningarnar hjá Trump hava m.a. fingið aðalstjóran hjá BBC, Jim Davies at leggja frá sær, og tíðindaleiðarin, Deborah Turness er eisini givin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder