2026-04-06 12:00
Aftur í ár skipa kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy fyri felagskirkjuligari gudstænastu.
Í ár verður gudstænastan í katólsku kirkjuni – Mariukirkjuni týsdagin 7. apríl kl. 19.30.
Á skránni verður tala, sangframførsla, felagssangur og upplestur.
Á hvørjum ári hevur verið ein innsavning til eitt góðgerandi endamál. Í ár verður savnað inn til verkætlanina LivLívið hjá Bláakrossi.
Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í kirkjuni.
Fólkakirkjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald