Uttanlands

Felagið handan SAS-reklamuna hótt

Adelgade í Keypmannahavn varð avbyrgd av løgregluni í morgun

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2020-02-13 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Keypmannahavn rykti tíðliga í morgun út fyri at standa á varðhaldi í Adelgade í Keypmannahavn.

Orsøkin var, at ein fyritøka í Adelgade hevði fingið eina álvarsliga hóttan gjøgnum teldupost.Tí valdi løgreglan at tøma bygningin so at serfrøðingar og hundar kundu kanna bygningin.

Talan var um marknaðarføringsfyritøkuna bureauet & Co, og Danmarks Radio skrivar í morgun, at talan er um fyritøkuna, ið hevur framleitt ein nógv umrøddan og umstríddan reklamufilm fyri flogfelagið SAS.

Les eisini: SAS: Einki er skandinaviskt 

Fólk í gøtuni fingu frá løgregluni boð um at halda seg innandura.

SAS fekk hópin av vreiðum viðmerkingum eftir at reklamufilmurin varð leyslatin. Í filminum verður sagt, at ein røð av tingum og hugtøkum, ið verða mett at vera donsk, norsk ella svensk, í veruleikanum stava frá útheiminum. So sum fólkaræðið, ið er frá Grikkalandi, vindmyllur úr Persia, súkklumentanin úr Týsklandi og laksess úr Kina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder