Innanlands

FC Suðuroy sendir heldur ikki lið við Galaxy

Nevndin hjá FC Suðuroy er komin til somu niðurstøðu sum VB. Ivi verður sáddur um trygdina umborð á avloysaraskipinum

(Mynd: FC Suðuroy)

(Mynd: FC Suðuroy)

2025-09-18 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nevndin hjá FC Suðuroy hevur í dag samtykt, at eingi barna- og ungdómslið hjá felagnum fara til kappingar, meðan Galaxy røkir suðuroyarsiglingina.

FC Suðuroy er harvið annað felag í Suðuroynni, sum hevur tikið hesa avgerð. Vágs Bóltfelag boðaði í gjár frá, at tey ikki senda barna- og ungdómslið av oynni, so leingi Galaxy siglir.

Les eisini: VB sendir eingi barna- og ungdómslið av oynni við Galaxy

- Hendan niðurstøðan er tikin útfrá hendingini við opna hekkuportrinum hjá Galaxy tann 1. september, ið hevur elvt til nógv kjak, og hevur sátt iva um trygdina umborð.

- Tryggleikin hjá okkara børnum, ungdómi og venjarum liggur felagnum nær og er høgt raðfest, ti er hendan avgerðin tikin.

Galaxy loysti Smyril av frá 23. august, og skal røkja suðuroyarleiðina í einar 8-10 vikur meðan strandfaraskipið er í dokk í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder