Innanlands

Farsóttarnevndin vil gera mun á fólki - løgmaður vil ikki

- Vit hava alla tíðina hildið fast við, at vit ikki gera mun á borgarum sum eru koppsettir og ikki koppsettir, sigur løgmaður. Tískil er koronupass heldur ikki ein partur av tilmælunum hesaferð, nú korona herjar aftur

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-24 19:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farsóttarnevndin vil gera mun á koppsettum ímóti koronu og ókoppsettum, men tað vil landsstýrið ikki.

Tað segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, við útvarpið í kvøld.

Landsstýrið hevur í dag tikið politiska støðu til tilmæli frá farsóttarnevndini, sum aftaná stóru smittutølini seinastu dagarnar, í morgun morgun hevði fund um støðuna.

Tað er serliga í Eysturoynni og Norðoyggjum, at tilburðirnir verða staðfestir í hesum døgum, og landsstýrið hevur tikið av avgerð um at fylgja tilmælunum frá farsóttarnevndini so at skúlagongd í Klaksvík og á miðnámsskúlanum á Kambsdali verður avmarkað næstu vikuna.

Harafturat verður eisini mælt til at minka um frítíðarvirksemi hja børnum og ungum. Mælt verður eisini til at útseta størri tiltøk, har børn og ung úr øllum landinum koma saman.

Men løgmaður og landsstýrið vilja ikki fylgja tilmælinum frá farsóttarnevndini um at avmarka tey, sum ikki hava latið seg koppsett. Sostatt kemur einki krav um koronupass á hesum sinni heldur.

- Farsóttarnevndin hevur enn einaferð mint á, at vit eiga at gera mun á koppsettum og ikki koppsettum. Tað vil siga at tey, sum eru koppsett skulu hava lættari atgongd til ymiskt. Men har hava vit allatíðina hildið fast við at vit ikki gera mun á borgarum, segði Bárður á Steig Nielsen við útvarpið í kvøld.

- Tað er upp til borgaran sjálvan at taka avgerð um hann ikki vil koppseta seg, og einstaki borgarin má so taka tær fylgirnar tað kann hava fyri heilsuna at ikki lata seg koppseta, sigur løgmaður.

73,1 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrsta prikið, og 69,9 prosent hava fingið annað prikið. Nøkur fá hava fingið trý prik. Seinastu tølini vísa at 308 fólk hava fingið triðja prikið eisini.

Enn eru koronutølini fyri í gjár ikki komið út, men Bárður á Steig Nielsen upplýsir at tey eru á sama støði í gjár, tó eitt vet lægri. Eini 80 ella so, sigur hann.

Les eisini: Landsstýrið: Skúla- og frítíðarvirksemið ávirkað í ávísum økjum

Les eisini: Fútin og landslæknin: Mæla til at avbyrgja ókoppsett børn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder