Innanlands

Faroe Pride fer á rull í dag

Koyrt verður rundan um Skálafjørðin og kring um í Havnini millum kl. 17 og 19

2021-07-27 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er í dag, at Faroe Pride verður hildið – árliga fagnaðargongan, sum í ár verður verður ein bilarøð av prýddum bilum.

LGBT Føroyar skipar fyri, og felagsskapurin vónar, at nógv verða við til at prýða sínar bilar og vera við í rekkjukoyringini, sum fer á rull klokkan 17 í dag.

LGBT Føroyar boðar frá í tíðindaskrivi, at byrjað verður innast á Hjalla kl. 16.30, har bilarnir møtast og røðin verður skipað áðrenn farið verður á rull inn í Eysturoynna.

Flottasti bilurin skal eisini finnast, og vinningurin er eitt nú ein gistina á hotelli í Havn, eisini verða fleiri aðrir vinningar latnir eisini.

Sent verður live, meðan koyrt verður. Á ferðini verður prát, røða og tónleikur at hoyra á á FM 104,5. Bilarnir í røðini kunnu hoyra signalið, eins og grannaløgini, sum bilarøðin koyrir framvið.

[object Object]
Jacob Fauerby heldur Pride-røðuna í ár

Røðuna í ár heldur Jakob Fauerby, kendur frá eitt nú sjónvarpsrøðini “Vild med dans”. Jakob hevur nógvar royndir við revyum í Danmark, og vann í 2020 heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards. 

Leiðin fyri rekkukoyringini er hendan: Koyrt verður av Hjalla kl. 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar.

Tá gongur leiðin eftir Klingruni framvið býlinginum inni á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, fram við Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, aftur til Havnar fram við Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðgar so eina lítla løtu í Steinatúni.

Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

Klokkan 21 í kvøld verður afterparty í Vágsbotni við Joe & the Shitboys, Marius DC og Jasmin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder