Innanlands

Fara undir samráðingar við Danmark fyrst í 2026

Fundur var millum Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen fryst í oktober, og partarnir hittast aftur til torførar samráðingar um ríkisrættarligu støðuna í januar, skrivar Frihedsbrevet

Sirið Stenberg og Aksel V. Johannsen eru millum tey, sum hava trýst á fyri at fáa eina tjóðarsemju og dagførd viðurskifti við Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sirið Stenberg og Aksel V. Johannsen eru millum tey, sum hava trýst á fyri at fáa eina tjóðarsemju og dagførd viðurskifti við Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-28 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv stór politiksk mál eru á skránni í næstum. Beint nú hevur Suðuroyartunnilin verið nógv á breddanum aftur, og samgongan hevur ymiskt, sum ynski er at náa innan næsta árið.

Sonevnda tjóðarsemjan er framvegis aktuell, hóast tað ikki hevur verið nógv at hoyrt um hana í seinastuni.

Men hetta hongur eisini saman við Danmark. Frihedsbrevet skrivar, at fundur var millum Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen 6. oktober í Keypmannahavn

Føroyska stjórnan vil fremja broytingar í ríkisrættarligu støðuni. Men danir hava ov nógv annað at hugsa um í løtuni - millum annað fyllur formansskapurin nógv.

- Í Føroyum eru vit samd um, at tað mest umráðandi er at røkka málinum, heldur enn at trýsta nakað ígjøgnum, sigur løgmaður við Frihedsbrevet.

[object Object]
Metta Frederiksen og Aksel V. Johannesen hava havt nógvar ymiskar fundur seinasta lítla árið (Mynd: Sverri Egholm)

Skulu samráðast í januar

Allir politisku flokkarnir á tingi - uttan Sambandsflokkurin - eru við í semjuni um grundleggjandi broytingar í viðuskiftunum Føroyar og Danmarkar ímillum.

Og tað verður eftir øllum at døma fyrst í 2026 at vit gerast klókari uppá, um hetta kann bera á mál.

Aksel V. Johannesen segði við Frihedsbrevet í gjár, at hann hevur gingið við til at bíða við at taka samráðingar upp, men at tær eftir ætlan byrjar í januar 2026.

Hetta vera helst torførar samráðingar, sigur løgmaður: - Ikki bara so at vit kunnu vænta at møta upp við einum uppskoti, sum danir beinanvegin skriva undir uppá.

Helst hava ríkisfundurin í summar og fundurin við forsætisráðfrúuna givið løgmanni nakrar ábendingar.  Júst hvat verður lagt á borðið frá føroyskari síðu fyrst í næsta ári er ikki endaliga greitt.

Sí eisini: (Video): - Noydd at endurskoða ríkisfelagskapin fyri at fáa olympiskan limaskap

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder