Innanlands

Fara nú til Mikladals

Krúnprinsafamiljan vitjar seinnapartin í Mikladali og skal síggja kópakonuna

2018-08-24 13:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at hava vitjað á Kirkju og í Hattarvík gongur leiðin nú til Kalsoyar, har vitjað verður í Mikladali.

Sambært skránni kemur krúnprinsfamiljan til Mikladals klokkan 15:35 við tyrlu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri og frúan taka ímóti.

Síðani verður spákað oman til standmyndina av Kópakonuni. Ingibjørg Hansen sangari, ið er uppvaksin í húsunum, haðanI kópakona var, framførir niðri við standmyndina.  

Eftir tað verður kósin sett móti Klaksvík aftur, og í kvøld er borgarstjórin í Klaksvík vertur fyri døgurða.

placeholder
placeholder