Innanlands

Atkvøða nú einar 100 ferðir um fíggjarlógina

9 tímar langa orðaskifti er nú av, og farið verður undir atkvøðugreiðslu um fíggjarlógina. Fylg við her

2018-12-18 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orðaskiftið um fíggjarlógina fyri 2019 er endað, og nú verður farið at atkvøða í málinum. Nakrir løgtingslimir hava biðið um at atkvøtt grein fyri grein, og tí verður hetta rættiliga drúgt.

Tær omanfyri 100 atkvøðugreiðslurnar fara helst at taka upp ímóti tveimum tímum at avgreiða. Helst verður triðja viðgerð av fíggjarlógini á skránni hósdagin.

Fylg við atkvøðugreiðslunum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder