Fráfarandi løgmaður og komandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tosaði um tað í nýggjársrøðuni í 2024, og í ungdómstinginum fyrst í februar fylti málið nógv:
Tíðin er búgvin at banna børnum undir 15 ár at hava atgongd til sosialar miðlar og at fáa snildfonina úr skúlanum.
Sí og hoyr eisini: Snildfonin og sosialir miðlar fylla og ávirka alt ov nógv: Her er nógv umrødda røðan
![]()
Telefonin vekk í fólkaskúlanum: Tað eru yvir tvey ár síðani, at Aksel V. Johannesen, frammanfyri tjóðini, staðfesti, at tíðin var komin at gera nakað við serliga telefonnýtslu í skúlanum (Mynd: Sverri Egholm)
- Eg vil biða tykkum hugsa um eitt barn. Eitt lítið barn, sum situr einsamalt í einum myrkum kamari við einari snildfon í í hondini. Ikki tí tað vil, men tí tað kennir seg bundið og kann ikki leysríva seg. Soleiðis byrjaði Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossadal sína røðu í sambandi við Ungdómstingið í vikuni - ein røða sum nú hevur fingið stóra umrøðu og nógv rós (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er avmarkað, hvussu nógv er gjørt við málið politiskt. Men nú nýggja samgonguskjalið fyriliggur, sær út til at hetta kann broytast. Ikki tí har stendur so nógv um tað, men tað stendur greitt:
- Aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar. Snildfon skal úr skúlunum.
Portalurin hevur spurt seg fyri, hvussu hetta ítøkiliga skal gerast.
Vit hava fingið upplýst, at kannast skal hvussu man ítøkiliga fær sett aldursmarkið í verk, eins og í millum annað Avstralia.
Í mun til snildfonbannið í skúlunum, so skal Mentamálaráðið - har skúlamál eru undir, og har Bárður á Lakjuni mest sannlíkt verður landsstýrismaður, innyvir og gera eitt uppskot.
Yvirlit: Málsøkjabýtið er 3-2-2 - fleiri nýggjar samansetingar
Sí eisini: Blokkpolitikkurin farin í søguna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald