Innanlands

Fara at gera uppskot um revsiváttan eftir summarfrítíðina

Útlendingastovan mælir til, at tað verða arbeiðsgevarar, sum skulu krevja revsiváttanir frá sínum útlendsku arbeiðstakarum, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

2025-06-03 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir summarfrítíðina verður eftir ætlan farið í gongd við at gera eitt uppskot við krøvum til arbeiðsgevarar, sum seta útlendingar í starv, um, at arbeiðsgevarar m.a. skulu krevja reviváttan.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum í svari til fyrispurning frá Beini Johannesen úr Fólkaflokkinum.

Arbeiðið við at gera nýggja útlendingalóg fyri Føroyar er í gongd og verður væntandi liðugt komandi summar, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at møguleikin fyri at seta treytir um revsiváttan m.a. er umrøddur við Útlendingastovuna, sum mælir til, at tað verða arbeiðsgevarar, sum skulu krevja revsiváttanir frá sínum útlendsku arbeiðstakarum.

– Um Útlendingastovan skal krevja revsiváttanir sum partur av málsviðgerðini at lata arbeiðs-og uppihaldsloyvir, fer tað at seinka málsviðgerðini hjá Útlendingastovuni alt ov nógv, tí revsiváttanirnar skulu tá váttast hjá viðkomandi útlendsku myndugleikum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Útlendingamál er felags málsøki, og tí hevur Løgmálaráðið eisini umrøtt spurningin við Udlændinge-og Integrationsministeriet, sum hevur boðað frá, at tað ikki verður mett at vera í stríð við ásetingarnar í føroysku útlendingalógini, at tað verður ásett í løgtingslóg, at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan frá útlendskum arbeiðstakarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder