
Í dag letur Fámjinstunnilin upp, og í hesum sambandi verður hátíðarhald seinnapartin.
Talan er um ein tunnil á 1.200 metrar, umframt nýggjar vegir í Øravík og Fámjin á tilsamans 1.450 metrar.
Hátíðarhaldið verður klokkan 14 við tunnilsmunnan Øravíkarmegin (við Ánna í Svartatungum). Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen heldur røðu, og eisini verða heilsanir frá Jóannis Lisberg, borgarstjóra í Fámjins kommunu, Sigtór A. Petersen, stjóra í P/F J&K Petersen og Marjun W. Thomassen, stjóra á Landsverki.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir, og tá snórurin er kliptur umleið klokkan 14.30, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og bjóðar Landsverk saman við Fámjins kommunu og Tvøroyrar kommunu øllum til drekkamunn við bygdahúsinum Vesturhøll á Neystavegi 4 í Fámjin.
Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Hvistan høvi at renna/ganga/trilla og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin. Gongd/renning/trilling/súkkling byrjar klokkan 12.45 nærhendis tunnilsmunnan í Øravík. Upphiting er við tunnilsmunnan 10 minuttir áðrenn.
Í sambandi við, at tunnilin letur upp, koyra bussar úr Fámjin til tunnilsmunnan Øravíkmegin og oman aftur til Fámjin eftir tiltakið.
Roknað verður við nógvari ferðslu, og heitir Landsverk á bilførarar um at sýna stórt varsemi og tol í sambandi við tiltakið.
Meira praktisk kunning frá Landsverki í sambandi við tiltakið, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald