Innanlands

Færri stilla upp til fólkatingsval

Talið av føroyskum valevnum, sum vilja á fólkating, lækkar støðugt

Sambandsflokkurin er flokkurin við flest valevnum. 17 fólk stilla upp fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Sambandsflokkurin er flokkurin við flest valevnum. 17 fólk stilla upp fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-22 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hesaferð stilla 60 valevni upp til fólkatingsvalið í Føroyum. So fá valevni hava ikki verið til føroyskt fólkatingsval síðan 1998, tá 60 fólk eisini stillaðu upp. 

Tað skrivar Valúrslit, sum á heimasíðuni valurslit.fo hevur savnað valúrslit frá løgtingsvalum, fólkatingsvalum og kommunuvalum.

Seinast, at færri enn 60 valevni vóru til fólkatingsval, var í 1984. 48 bjóðaðu seg fram ta ferðina.

Ein orsøk til, at talið av valevnum er lægri hesaferð enn undanfarnu tvær ferðirnar, er, at Fólkaflokkurin stillar færri fólk upp í hesum umfarinum. 

Fyrstu fólkatingsvalini eftir heimastýrislógina var annars vanligt, at flokkarnir stillaðu í mesta lagi fýra fólk - ella menn - upp hvør. Í 1971 fór Javnaðarflokkurin úr fýra upp í átta valevni, og hinir stóru flokkarnir valdu sama leist á teimum komandi fólkatingsvalunum.

Í 2005 stillaði Javnaðarflokkurin 26 valevni upp, trý fleiri enn Sambandsflokkurin. Tað er tað mesta, sum hevur verið á einstøkum lista til fólkatingsval. 111 valevni vóru í alt ta ferðina, sum eisini er tað mesta nakrantíð.

Talið av listum, sum hevur stillað upp til fólkatingsval, hevur eisini verið skiftandi. Í 1994 og aftur í 2015 stillaðu átta listar upp til fólkatingsvalið í Føroyum.

2022: 60 valevni á seks listum
2019: 63 valevni á seks listum
2015: 62 valevni á átta listum
2011: 74 valevni á sjey listum
2007: 94 valevni á seks listum
2005: 111 valevni á sjey listum
2001: 92 valevni á seks listum
1998: 60 valevni á fimm listu
1994: 86 valevni á átta listum
1990: 64 valevni á seks listum
1988: 97 valevni á sjey listum
1987: 76 valevni á seks listum
1984: 48 valevni á fimm listum
1981: 56 valevni á seks listum
1979: 51 valevni á seks listum
1977: 50 valevni á sjey listum
1975: 30 valevni á fýra listum
1973: 40 valevni á sjey listum
1971: 25 valevni á seks listum
1968: 13 valevni á fýra listum
1966: 12 valevni á trimum listum
1964: 13 valevni á fýra listum
1960: 14 valevni á fýra listum
1957: 12 valevni á trimum listum
1953: 2 valevni á tveimum listum
1953: 10 valevni á trimum listum
1950: 10 valevni á trimum listum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder