Innanlands

Faer Isles Distillery fingið umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av whisky og ginn

Virkið í Vestmanna fer at framleiða uml. 120 tons av whisky og 100 tons av ginn um árið

(Mynd: Faer Isles Distillery/Savnsmynd)

(Mynd: Faer Isles Distillery/Savnsmynd)

2021-07-26 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin í farnu viku fekk Faer Isles Distillery P/F inni á Fjørð í Vestmanna umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av ginn og whiskey, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuna.

Faer Isles Distillery fer at framleiða uml. 120 tons av whisky og 100 tons av ginn um árið.

Uml. 200 tons av kókaðum malti – draff – kemur frá framleiðsluni árliga, og tað kann m.a. endurnýtast sum kraftfóður til neyt, og tí hevur Faer Isles Distillery gjørt avtalu við MBM um at taka kókaða maltið.

Faer Isles Distillery søkti um umhvørvisgóðkenning til framleiðsluna í oktober í fjør. 17. juni í ár fekk Umhvørvisstovan síðani eina dagførda umsókn um umhvørvisgóðkenning, av tí at munandi broytingar vórðu gjørdar í virkseminum í mun til upplýsingarnar, sum vórðu latnar í fyrru umsóknini. Harumframt hevur Umhvørvisstovan fingið frágreiðing um framleiðsluna, tekningar av innrætting, og yvirlitsmynd yvir virksemið.

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast, og freistin at kæra er 20. august. Kærur verða sendar Umhvørvisstovuni, sum síðani senda tær víðari til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder