Innanlands

Fær ikki avleiðingar fyri aðalstjóran

At telduposturin frá ICES strandaði hjá aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum fær ikki starvsrættarligar avleiðingar, sigur Jóhan Christiansen

Jóhan Christiansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhan Christiansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-21 13:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað fær ikki starvsrættarligar avleiðingar fyri Elina Mortensen, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, at hon ikki sendi teldupostin við ávaringini frá ICES um stóran niðurskurð í makrelkvotuni, víðari til landsstýrismannin.

Hetta segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, við útvarpið í dag.

Telduposturin frá ICES kom í teldupostkassan hjá trimum starvsfólkum í Fiskimálaráðnum tann 19. september. Sambært innliti í samskifti, sum Kringvarpið hevur fingið, bleiv teluposturin sendur víðari til Eina Mortensen, aðalstjóra, men so steðgaði hann har.

Løgmaður og landsstýrið vistu tískil ikki um hesa ávaringina áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram.

- Vit hava eina rúgvu av dugnaligum fólkum, ikki minst aðalstjóranum, men vit fara at hyggja uppá hvat kundi verið gjørt betur. Nú tað bleiv ein so stór gøla sum tað bleiv í almenna rúminum, er okkurt sum vit kundu gjørt betri og í síðsta enda er tað mín ábyrgd, segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.

- Hetta er mitt í rokanum av um Galaxy hekkuportrið, og vit eru bara so mikið fá fólk har sum vit eru, og kanska okkurt skuldi verið umhugsað betri. Tað er sum tað er, og tað kann ikki kosta fólki starvi, segði landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder