Uttanlands

Fáa nýggjar myntir í morgin

Myntirnar hava eina dagførda mynd av Margretu drotning

(Mynd: Danski tjóðbankin)

(Mynd: Danski tjóðbankin)

2023-05-25 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadaggin koma nýggjar 10- og 20-krónumyntir afturat teimum, sum longu eru í umferð, boðar danski tjóðbankin frá sambært donskum miðlum.

Tað er siðvenja, at myntirnar við hægsta virðinum, hava eina andlitsmynd av regentinum, og myndin verður skift út av og á. Áður eru tríggjar ymiskar myndir av drotningini brúktar. Myndin varð seinast broytt í 2011.

Á nýggju myntunum er ein nýggj andlitsmynd av Margretu drotning, sum Eva Hjort, myndahøggari hevur gjørt. Myndin skal vísa royndirnar, myndugleikan og aldurin á drotningini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder