placeholder
Uttanlands

Eyptaland: Málaði eitt esil so tað líktist einari sebra

Ein djóragarður í Cairo er ákærdur fyri at mála svartar strípur á eitt esil

Mynd: BBC

Mynd: BBC

2018-07-28 20:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein djóragarður í Cairo í Egyptalandi er ákærdur fyri at mála svartar strípur á eitt esil, so fólk skuldu halda tað vera eina sebra.

Í djóragarðinum nokta tey at hava málað nakað esil, eftir ein mynd av djórinum varð koyrd á netið.

Myndina eigur Mahmoud Sarhan, ið legði myndina á Facebook eftir at hava vitjað djóragarðin.

Myndin varð væl umtókt, og fleiri serfrøðingar eru komnir við viðmerkingum.

"Sebrain" á myndini er heldur lítil og hevur óvanliga stór oyru, umframt svartar blettar á andlitinum.

Sambært djóralækna er trýnið á einari sebra svart, og strípurnar meira javnar.

Sambært Mahmoud Sarhan, vóru tvey djór í girðingini, og bæði vórðu málað.

Leiðarin í djóragarðinum heldur tó fast við, at "sebrain" ikki er følsk.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein djóragarður er ákærdur fyri at snýta áskoðarar, skrivar BBC.

Ein djóragarður í Gaza varð ákærdur fyri at mála strípur á tvey esil í 2009, og í 2012 hevði ein annar djóragarður í Gaza koyrt útstappað djór í búrini, tí ringt var at innflyta nýggj djór og halda tey á lívi.

Í fjør gjørdust eisini nógv fólk vónbrotin, tá pingvinirnar í einum djóragarði í Kina vístu seg at vera úr uppblástum plasti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder