Stjórnin - Politikkur á Skák var sum vant í gjár. Men nú nógv hendir á politiska pallinum, og samgonguskjalið er undirskrivað, koma "stjórnarlimirnir" inn aftur í rásarúmið í dag.
Sí eisini: Blokkpolitikkurin farin í søguna
Hetta verður sum vant eftir tíðindini klokkan 17. Tað vil siga, at eykasendingin við Jóannesi Eidesgaard, Heðini Zachariasen og Tórbirni Jacobsen byrjar umleið klokkan 17.15.
Har er nógv at taka í hjá Árna Gregersen og royndu politikkarunum.
Umframt at sendingin verður at hoyra, verður hon eisini stroymd á forsíðuni á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald