Innanlands

Eykakonsert við VOX sunnudagin

Gospelkórið fer at syngja sangir hjá Kirk Franklin í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík

(Mynd: Trúboðin)

(Mynd: Trúboðin)

2019-11-08 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gospelkórið VOX var sera virkið fyri fleiri árum síðani. Eftir meira ella minni steðg í eina tíð hevur kórið aftur verið virkið síðani 2017. Tað árið, eins og í fjør var VOX við til Jól við Løkin. 

Sunnudagin hevur gospelkórið tvær konsertir í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík, og tað er við sangum hjá amerikanska sangaranum Kirk Franklin. Øll atgongumerkini til konsertina klokkan 20 eru seld, og tí varð ein eykakonsert sett á skrá fyrr í vikuni. Hon verður klokkan 16. Hetta skrivar Trúboðin.

Tað eru pláss fyri líka yvir 300 áhoyrarum til hesar konsertir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder