Innanlands

Eyka busskoyring millum flogvøllin og Tórshavn um jólini

Strandferðslan setir eykatúrar inn á leið 350, ið kemur at virka sum snarbussur millum flogvøllin og Tórshavn á jólum

2025-12-17 18:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður tað lættari hjá jólagestum at taka bygdaleiðir til og frá flogvøllinum. Strandfeðslan hevur økt um túratalið millum flogvøllin og Tórshavn, og koma hesir nýggju túrarnir í gildi í morgin, hósdagin 18. desember.

Eyka túrar eru settir inn á leið 350, ið kemur at virka sum ein snarbussur millum flogvøllin og Tórshavn nú á jólum. Jólaferðaætlanin er galdandi hesir dagar:

  • 18. til 22. desember 2025
  • 28. og 29. desember 2025
  • 3. og 4. januar 2026

Hesir túrar eru tillagaðir til flogferðsluna í Vágum, soleiðis at fráferðirnar passa til komur og fráferðir hjá flogførunum.

Jólaferðaætlanin kemur afturat leið 300, ið vanliga koyrir millum Tórshavn og flogvøllin/Sørvág, og er túratalið tí økt munandi.

Sí jólaferðaætlanina fyri leið 350 her

Sí ferðaætlanina fyri leið 300 her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder