Fáur maður hevur fleiri hitt í skjáttuni enn Eyðun Nolsøe. Ung sum gomul syngja við, tá hann syngur um jalousi, at dansa ella onkran Frændur klassikara, sum 80'ini, Dupultsong ella Til tey stressaðu.
- Gleð tykkum til Eyðun Nolsøe á Føroya Størsta Jólaborðhaldi. Nú eru bert nøkur heilt fá atgongumerki eftir til tiltakið, sigur Tóki Skeel Nolsøe, stjóri í EpicLive, ið fyriskipar stóra tiltakið við Tjarnir 29. november.
Umframt Eyðun Nolsøe verður ein stjørnurøð av nøvnum á skránni hetta kvøldið: Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir, Páll Oddur Rubeksen, Marius Ziska, RSP, Niclas Heri í Dynamit, Jón úr Grandmas Basement og Árni Andreasen, saman við Føroya ivaleyst besta húsorkestri JA-Liðnum, og kanska Føroya stuttligasta borðstjóra Sjúrði Skaale.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald