Mentan

Eydís Evensen kemur heim

Klaverleikarin og tónaskaldið Eydís Evensen spælir í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði næsta vikuskiftið

2022-10-20 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg eri so spent at sleppa at framføra á einum stað, sum eg føli er mítt heim.

Soleiðis segði Eydís Evensen, tá hon fekk váttað sínar fyrstu konsertir í Føroyum.

Ættarbondini hjá Eydís eru sera samansett – ein fjórðingur føroysk, ein fjórðingur norsk, ein fjórðingur íslendsk, umframt at ein fjórðingur er ein samanblanding av fleiri tjóðskapum. Tó er hon 100 prosent komponistur og pianistur.

Eydís býr í Íslandi, men fyrstu ferð, hon sat við eitt klaver og lat fingrarnar fara leikandi eftir tangentunum, var hon heima hjá ommu síni í Tórshavn. Tað var við klaverið hjá ommuni, at Eydís byrjaði at spæla tónleik, eins og tað var har, hon skrivaði sítt fyrsta tónleikaverk sum bert 7 ára gomul – eitt tónleikaverk um illveður.

Síðani hevur Eydís ferðast kring allan heim. Hon hevur búð bæði í Paris, New York og Cape Town, men íblásturin til tónleikin finnur hon kortini enn í náttúrumáttunum. Heitið á hennara fyrstu útgávu er “Bylur”, sum á íslendskum merkir kavaódn. Hon fær eisini íblástur úr tónleikinum hjá m.ø. Pink Floyd, Led Zeppelin, Deep Purple, Philip Glass og Thom Yorke úr Radiohead. Ljóðið er vakurt, sterkt og sorgblítt og hevur vakt ans uttanlands.

Nú, hon skal hava konsertir í Føroyum, kemur hon til Føroya beinleiðis av Reeperbahn, sum er týdningarmesti festivalurin fyri ungar tónleikastjørnur.

Klaverið hjá ommuni, sum Eydís lærdi at spæla uppá sum barn, stendur ikki longur í Havn, men í Íslandi. Omman doyði í 2015 og hevur Eydís ikki verið aftur í Føroyum síðani jarðarferðina hjá ommuni. Men nú vitjar Eydís aftur - hon kemur heim við tónleiki sínum.

Á konsertunum í Føroyum spælir Eydís saman við føroyskari strúkikvartett, sum er mannað av Jón Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restorff Jacobsen.

Eydís hevur konsert í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 29. oktober kl. 19.30 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 30. oktober kl. 16. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder