2026-01-17 20:00
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Eyðhild S. Dam Hansen í starv sum fíggjarleiðari frá 1. januar 2026.
Eyðhild hevur síðani august arbeitt ein dag um vikuna á skrivstovuni, har hon hevur hjálpt við bókhaldi, roknskapi og øðrum rakstraruppgávum. Nú er hon sett í starv hálva tíð og verður ein fastur partur av starvsfólkahópinum og dagligu leiðsluni, skrivar Trúboðin.
Hon hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari i smærri virkjum og hevur í mong ár rikið sítt egna bókhaldsvirki, har hon eisini hevur virkað sum fíggjarleiðari hjá ymsum smærri fyritøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald