Innanlands

Evropisk ráðstevna: Leita eftir føroyskari vitan

Í sambandi við ráðstevnuna City DNA, sum verður í Havn í heyst, er eitt sokallað “call for speakers”, har fólk kunnu bjóða seg fram at hava eina framløgu ella verkstovu á ráðstevnuni

2025-05-31 14:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri fyrstu ferð nakrantíð kemur týdningarmikla evropiska ferðavinnuráðstevnan, City DNA, hjá City Destinations Alliance til Føroya. Ráðstevnan verður í Havn í tíðarskeiðnum 30. september til 2. oktober 2025, og tað er Visit Tórshavn, sum verður vertur og skal skipa fyri ráðstevnuni.

Heili 240 umboð fyri størstu býirnar í Evropa vóru til staðar á ráðstevnu í Budapest, tá Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, avdúkaði Tórshavn sum komandi vertsbý.

– Áhugin er stórur at koma til Føroyar á ráðstevnuna, og vænta vit eini 180-200 luttakarar, sigur Tordis.

Evnið avdúkað
Í farnu viku var evnið á City DNA-ráðstevnuni avdúkað á stóru IMEX-ferðavinnuráðstevnuni í Frankfurt. Umboð fyri Visit Faroe Islands Meetings, GreenGate Incoming og Atlantic Airways, saman við City DNA, vóru á staðnum og varpaðu ljós á ráðstevnuna, sum skal vera í Havn í heyst. Evnið í ár verður:

Endurnýggjað sjónarmið fyri býir: Nýskipan, endurskapan av javnvági og kveikjan av ferðavinnuni.

– Sagt varð, at nú ráðstevnan skal vera í Havn - eitt ‘ferðamál á kantinum’, sum tey málbóru seg - so leggur tað upp til djarva nýhugsan, og siga tey, at tað er her í Havn at framtíðin hjá ferðavinnubúskapinum byrjar, greiðir Tordis frá.

– Og tí vil man á hesi ráðstevnuni arbeiða við at nýskipa endamálið við ferðavinnuni fyri býir í øllum støddum, at endurskapa javnvág millum vitjandi, íbúgvar og náttúruna, og at kveikja undir úrslit gjøgnum trivnað, rættvísi og virðisskapan.

Tað eru stór, men áhugaverd og viðkomandi evni, og verður tað spennandi at síggja, hvat stendst burturúr, leggur Tordis afturat.

Føroyingar kunnu bjóða seg fram
Í sambandi við ráðstevnuna, er eitt sokallað “call for speakers”, har m.a. fakfólk innan ferðavinnumenning og marknaðarføring, granskarar, býarplanleggjarar, tøkni- og AI serfrøðingar, fólk innan kreativar vinnur, konsulentar og fólk við einari áhugaverdari forteljing, ið hóskar til evnið, kunnu bjóða seg fram at hava eina framløgu ella verkstovu á ráðstevnuni.

– Hetta kunnu bæði vera roynd og minni roynd fólk, og er hetta eitt upplagt høvi hjá føroyingum at vísa, hvat vit duga, og hvussu onnur kunnu fáa íblástur frá tí føroysku tilgongdini til hesi evni, sigur Tordis og eggjar øllum, at bjóða seg fram.

– Tað eru nevnliga bara tey, sum bjóða seg fram, sum kunnu vera partur av ráðstevnuni, so vit vóna, at fleiri liggja framvið.

Freistin, at bjóða seg fram, er fríggjadagin 6. juni 2025.

Spurd, hvussu fólk skulu gera, um tey eru áhugað greiðir Tordis frá:

– Áhugðað eru vælkomin at seta seg beinleiðis í samband við meg á [email protected] fyri meira kunning, og leggur hon afturat, at tað verður gjørligt fyri føroysku ferðavinnuna og onnur áhugað í Føroyum at melda til ráðstevnuna umvegis Visit Tórshavn heimasíðuna í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder