Innanlands

Evropeiskur heiður til føroyska lærubók

Finka hjá Mariannu Skarðenni Poulsen fekk í gjár Belma-virðisløn

Marinna Skarðenni Poulsen við Belma-virðislønini (Mynd: Nám)

Marinna Skarðenni Poulsen við Belma-virðislønini (Mynd: Nám)

2020-10-15 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bókin Finka, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað, varð í gjár kosin til ársins bestu skúlabók í Evropa.

Kathrina Skarðsá hevur gjørt tekningarnar til bókina og Nám hevur givið út.

Trettan bøkur vóru tilnevndar til heiðurslønina hjá felagsskapinum Belma, har málbólkurin er tey 8 til 10 ára gomlu, og í gjár varð avdúkað, at føroyska bókin hevur vunnið bólkin, og varð heiðrað við Belma virðisløn.

Belma stendur fyri Best European Learning Material Award.

Finka er úrslit av eini handritakapping, sum Nám skipaði skrivaði út í 2016 við tí endamáli at fáa til vega nýtt undirvísingartilfar á føroyskum.

Finka kom út fyrr í ár, og tey vóru so mikið væl nøgd yvir bókina á Námi, at tey gjørdu av at senda hana inn sum uppskot til Belma virðisløn. Í gjár kom so úrslitið. Nógv fólk vóru savnað á Námi at fygja við avdúkingini á netinum.

Bókaheildin Finka umfatar tríggjar bøkur. Umframt lesibók eru tvær arbeiðsbøkur, ein ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti.

Sissal M. Rasmussen viðgjørdi tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, vóru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason.

Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki.

Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið Finka, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder