2025-08-17 10:45

Seinnapartin hittast stjórnarleiðarar í Evropa á einum talgildum fundi. Á dagsskránni er kjak um túrin hjá ukrainska foretanum til Washington D.C mánadagin.
Hetta skrivar Reuters tíðindastovan.
Eisini danski forsætismálaráðharrin Mette Frederiksen, luttekur á fundinum.
Vertir fyri fundinum eru franski forsetin Emmanuel Macron, týski kanslarin Friedrich Merz, og bretski forsætisráðharrin Keir Starmer.
Fundurin byrjar klokkan 14.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av toppfundinum, sum amerikanski forsetin Donald Trump og starvsbróður hansara, Vladimir Putin, høvdu í Alaska fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald